- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bagge givin í NSÍ
Tá NSÍ í fjør rættiliga óvæntað flutti niður í næstbestu fótbóltsdeildina eftir 25 ár í bestu deildini uttan íhald, so var tað við Sámal Erik Hentze sum venjara.
Bagge, sum Sámal Erik Hentze verður róptur, flutti niður við NSÍ niður í 1. deild og hevur í ár leitt liðið til uppflyting til bestu deildina aftur.
Men Bagge flytur ikki uppaftur í bestu deildina við NSÍ.
Bagge fekk ikki longt sáttmálan
Sáttmálin millum NSÍ og Bagga stóð til at ganga út eftir hetta kappingarárið, men NSÍ skrivar á heimasíðuni í kvøld, at felagið og Bagge longu nú eru vorðin samd um, at Bagge ikki verður venjarin hjá NSÍ næsta kappingár.
"Sum avleiðing av hesum, nú uppflytingin longu er tryggjað, eru partarnir eisini samdir um, at Sámal Erik ikki stendur á odda fyri NSÍ seinastu fýra dystirnar í ár," skrivar NSÍ.
Christian Høgni Jacobsen tekur yvir
Tað verður hinvegin fyrrverandi NSÍ- og landsliðsáleyparin Christian Høgni Jacobsen, sum fer at hava ábyrgdina av besta mansliðnum restina av kappingarárinum.
NSÍ nýtir eisini høvið at Bagga fyri hansara góða arbeiði fyri NSÍ.
"Uppgávan er loyst til fulnar, nú uppflytingin longu varð tryggjað, tá fimm dystir vóru eftir at spæla."