- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin givin við semingsroyndini
Semingsstovnurin er givin í royndini at finna eina semju millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Tað boðar Terje Sigurðsson, semingsmaður, frá.
Partarnir sótu saman við semingsstovninum allan gjár, og fóru til hús í gjárkvøldið við nøkrum málum at viðgera hvør í sínum lagi, til tey skuldu hittast aftur í dag.
Klokkan eitt hittust partarnir aftur til eina semingsroynd, eftir at arbeiðsgevararnir brúktu farnu viku at rokna upp á eitt uppskot frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tann fundurin gav tó ikki Semingsstovnurin orsøk til at halda, at semingin ber á mál.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, og Óluva í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, vera í útvarpstíðindunum klokkan 14.