- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar næsta ár
Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar næsta ár
Gjaldið verður 6.325 kr. um mánaðin fyri skatt
27.09.2023 - 13:01
Fólkapensjónistar fáa 3.060 kr. meira frá Samhaldsfasta næsta ár enn í ár.
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 255 kr. um mánaðin næsta ár.
Tað svarar til 4,2 prosent.
Í ár fáa fólk 6.070 kr. um mánaðin úr Samhaldsfasta. Næsta ár fáa fólk 6.325 kr um mánaðin.
Samlaða eftirlønin verður tí knappar 76.000 kr. fyri skatt
Í fjør fingu fólkapensjónistar 648 mió. kr. úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.
Í ár er útgjaldið mett til at vera okkurt um 675 mió. kr. og næsta ár fer útgjaldið upp í 740 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV