Søkja nú eftir stjóra til Posta

Søkja nú eftir stjóra til Posta
Nýggi stjórin skal byrja í starvinum 1. januar, ella eftir avtalu
Posta skal hava nýggjan stjóra fyri Joel undir Leitinum, sum gavst í summar.
 
26.09.2023 - 14:03

Nevndarformaðurin í Posta, Joen Magnus Rasmussen, boðar frá, at starvið sum stjóri í Posta nú er lýst leyst. Eftir ætlan verður nýggjur stjóri settur til byrjan 1. januar 2024, ella sambært avtalu.

- Nýggi stjórin fær møguleikan at fremja tær ítøkiligu ætlanirnar, sum verða lagdar saman við nevndini. Hann skal menna felagið, styrkja raksturin og vaksa um virksemið. Vit vóna, at møguleikin fyri at skapa úrslit og vera við til at seta kósina fyri felagið fær væl skikkaðar kandidatar at melda seg, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

Joen Magnus Rasmussen er nevndarformaður í Posta.
 

Virksemið broytt

Seinastu árini er virksemið hjá Posta broytt munandi, samstundis sum at felagið hevur verið í einari menningartilgongd. Posta hevur í dag 120 ársverk, og meginparturin av virkseminum snýr seg um farmaflutning á landi og sjó- og loftvegis.

Síðan Joel undir Leitinum, fráfarandi stjóri, tók við øðrum starvi í summar, hevur fíggjarleiðarin, Jógvan Joensen, verið virkandi stjóri í Posta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835