Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum feldi stjóran

Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum feldi stjóran
Á starvsfólkafundinum nevndi nevndarformaðurin í Føroya Tele beinleiðis, at talan var um politiskt trýst
Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum var eftir øllum at døma við til at fella stjóran, Jan Ziskasen.
 
26.09.2023 - 12:20

Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum hevur longu fingið avleiðingar, tí hon var eftir øllum at døma við til at fella stjóran, Jan Ziskasen.

Hann varð í seinastu viku sagdur úr starvi, og nevndarformaðurin, Bjarni Arnason, knýtti tær 45 milliónir krónurnar í sektaruppskotum beinleiðis upp í uppsøgnina av Jan Ziskasen.

Bjarni Arnason segði soleiðis við útvarpið á middegi fríggjadagin:

 

26092023_Arnason

 

Klokkan 9.33 fríggjamorgunin sendi nevndin í Føroya Tele miðlunum tíðindaskriv, har boðað var frá, at Jan Ziskasen var farin frá sum stjóri í Føroya Tele-samtakinum, og at William Joensen, fíggjarstjóri, fyribils tók við stjórastarvinum.

Á fundi eina løtu frammanundan vórðu starvsfólkini á Føroya Tele kunnað um uppsøgnina.

 

Politiskt trýst

Á tí fundinum segði nevndarformaðurin, at um "nevndin ikki handlaði, handlaði onkur annar fyri tey."

Fólk, sum vit hava tosað við, siga, at á fundinum nevndi Bjarni Arnason beinleiðis, at talan var um politiskt trýst.

Í skrivi frá nevndini í gjár, verður tó sagt, at hetta er ein reingjandi útlegging av tí, sum formaðurin segði á fundinum fríggjadagin.

Nevndin skrivar í gjár, at tað stutta av tí langa er, at nevndin tók eina suverena avgerð um at siga stjóran úr starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418