![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/heilbrigdi-2.jpg?itok=GCgatZg0)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannagongdir broyttar á Heilbrigdi
Mannagongdir broyttar á Heilbrigdi
Annika Holm er nýggjur leiðari á stovninum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/annika_18.jpg?itok=EIhCd4dA)
Annika Holm er sett sum leiðari á Heilbrigdi, eftir hava verið virkandi leiðari á viðgerðarstovninum seinastu mánaðirnar.
25.09.2023 - 18:00
- Tað verður torførari hjá brúkaranum at koma inn á Heilbrigdi, eftir at mannagongdirnar eru broyttar.
Soleiðis sigur Annika Holm, sum er sett sum leiðari á Heilbrigdinum, eftir at hava verið virkandi leiðari seinastu mánaðirnar.
Annika Holm er 52 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur frammanundan verið programmleiðari í fleiri ár.
Síðani landslæknin var á vitjan á viðgerðarstovninum, eru mannagongdirnar broyttar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
25092023_Annika_E__Holm
(Mynd; Bjarni Árting Rubeksen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV