- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frida verjir ritgerð um inklusjón í fólkaskúlanum
Í dag fer Frida Poulsen at verja ph.d.-ritgerð sína um inklusjión í føroyska fólkaskúlanum.
Ritgerðina kallar hon "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".
Frida hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og millum onnur hevur Granskingarráðið stuðlað verkætlanini.
Endamálið hevur verið at kanna, hvussu globala visjónin um inklusjón er flutt, umsett og sett í verk í Føroyum.
Granskingin hevur avdúkað fráveru av yvirskipaðum framtakssemi og leiðslu at birta upp undir og stimbra menning av inklusjón í tí føroyska skúlaverkinum.
Hetta er lutvíst forklárað við støði í tí føroysku mentanini og tætta sambandinum millum mentan og virkni og tann politiska geiran í ógvuliga smáum samfeløgum sum tí føroyska.
Verjan er í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn í dag klokkan eitt og hon er almenn.