- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vann eftir hvøkk - ÍF eitt stig frá bjargingini
KÍ vann 5-1 stórsigur á TB í Trongisvági og er nú sjey stig fremst í Betri-deildini við monnum.
Klaksvíkingar fingu ein hvøkk, tá Rógvi Joensen legði TB á odda beinavegin, men Vegard Forren syrgdi fyri javnleiki áðrenn steðgin. Í seinna hálvleiki avgjørdi KÍ við málum frá Mads Boe Mikkelsen, Odmari Færø, Árna Frederiksberg og Jákupi B. Andreasen, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 5-1.
Víkingur tók seg uppum HB á triðja pláss við sigri á 07 Vestur í Sarpugerði. Sølvi Vatnhamar legði Víking framum fyri steðgin, men Jasper Van Der Heyden javnaði, tá 55 minuttir vóru spældir. Innskifti Martin Klein Joensen gav Víkingi leiðsluna aftur, og Sølvi Vatnhamar legði eitt afturat, so heimaliðið vann 3-1.
Fuglfirðingar týðandi stig á heimavølli
ÍF er nú bert eitt stig frá bjargingini eftir at fuglfirðingar vunnu 3-1 á AB á heimavølli. Hans Jákup Lervig og Gundur Petersen skoraðu til hálvleiksstøðuna 2-0. Brian Jakobsen minkaði til 2-1 fyri AB, men Gundur Petersen tryggjaði ÍF sigurin við enn einum máli í 89. minutti.
Á Svangaskarði spældu B68 og EB/Streymur javnt 2-2. Aleksandur Jensen legði B68 framum tíðliga, men Gutti Dahl-Olsen og Bergur Poulsen vendu dystinum fyri steðgin. Tá tólv minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Alex Mellemgaard, og liðið fingu eitt stig í part.
Í annaðkvøld verður grannauppgerð í Havn ímillum B36 og HB.