Tepurt tap fyri Montenegro

Tepurt tap fyri Montenegro
Føroysku fótbóltskvinnurnar taptu sín fyrsta dyst í Nations League. Úrslitið á Tórsvølli var 1-0 til Montenegro
Føroyar fegnast um mál ímóti Andorra í fjør. Fríggjakvøldið taptu kvinnurnar tepurt fyri Montenegro
Mynd: Olena Goffe/FSF  
 
22.09.2023 - 20:17

Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar settu hol á sína fyrstu Nations League-kapping við einum teprum tapi fyri Montenegro á Tórsvølli.

Einasta málið í dystinum skoraði Armisa Kuc, tá 21 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki.

Undan dystinum fekk Olga Kristina Hansen heiðursgávu, tí hon hevur valt at takka fyri seg eftir 68 dystir í landsliðsbúnanum. 

Ein onnur roynd kvinna, Heidi Sevdal, fekk fyrsta kjansin í dystinum, men eftir hetta var tað útiliðið, sum var vandameiri.

Í hinum dystinum í bólkinum hjá Føroyum, spældu Aserbadjan og Kýpros javnleik 1-1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV