VIDEO: Til fiskiskap við línuskipinum Klakki á Flemish Cap

VIDEO: Til fiskiskap við línuskipinum Klakki á Flemish Cap
Manningin umborð á frystilínuskipinum Klakki gjørdi hugtakandi upptøkur av arbeiðinum umborð, tá Klakkur var og fiskaði tosk á Flemish Cap í 2021
Klakkur til fiskiskap á Flemish Cap í 2021
Mynd: Hans Bergur Hansen  
 
21.09.2023 - 18:31

Í 2021 var frystilínuskipið Klakkur til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap. 

Á einum túri filmaði ein av manningini, Hans Bergur Hansen, arbeiðið umborð. 

 

Filmsbrotið, ið er lagt út á Youtube, vísir arbeiðsgongdina umborð á Klakki frá tí, at línan verður sett, og til toskurin er antin flektur og frystur í blokk. 

Tað serliga við línuskipum sum Klakki er, at skipið hevur ein dragibrunn mitt í skipinum, og tað gevur manningini munandi betri arbeiðsumstøður.

Toskakvotan á Flemish Cap var lítil í 2021, bara 335 tons. Hon var 2.800 tons í 2020.

Toskurin skuldi fiskast við línu sambært kunngerðini, og treytin var, at toskurin skal avreiðast um bryggjukant í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308