- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingar viðgera spurningin um verkfall
Sjúkrarøktarfrøðingar viðgera spurningin um verkfall
Nevndin í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum fór á fund fyri løtu siðani
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.09.2023 - 09:04
Felagið Føroyar Sjukrarøktarfrøðingar viðger í dag spurningin, um felagið skal lýsa verkfall, eftir at semingsroyndin slitnaði hósdagin.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið, meðan Lønardeildin góðtók tað.
Nevndin í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum fór á fund fyri løtu síðani at umrøða støðuna, og um verkfall skal lýsast.
Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, sigur, at hon veit ikki, hvussu drúgvur fundurin verður, men nevndin fer at brúka ta tíð, sum er neyðug.
Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Óluvu í Gong:
19092023_Oluva_i_Gong
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV