Lítið til av toski, men nógv hýsa á landgrunninum

Lítið til av toski, men nógv hýsa á landgrunninum
Yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vísa hinvegin, at nógv meira er til av toski har enn onnur ár
Yvirlitstrolingarnar hjá Jákupi Sverra eru av á hesum sinni.
 
18.09.2023 - 15:57

Jákup Sverri er liðugur við yvirlitstrolingarnar í summar. Hann gjørdi 198 hál á føroyska landgrunninum, og hvørt hál vardi ein tíma. 

Tað var sera lítið at fáa av toski og eisini lítið av longu og tungu samanborið við onnur ár.

Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu. Nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stórum kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár.

Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild, men toskur og hýsa vóru kortini rímiliga væl í holdum, sigur Havstovan.

 

Yvirlitstrolingarnar vísa, at nógv meira er til av toski á Føroyabanka, og nøgdin var tann størsta, síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. (Savnsmynd)

 

29 hál á Føroyabanka

Rannsóknarskipið gjørdi eisini 29 hál á Føroyabanka, sum er eitt øki suður-vestur úr Føroyum, og sum var friðað fyri mest sum alla vinnuliga veiðu frá 2008 til 2021.

Har var støðan heilt øðrvísi enn á landgrunninum. 

Tað var nógv meira at fáa av toski enn onnur ár, soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996.

Hetta var tað mesta sera stórur toskur, tó vóru einstakir smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi.

Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt stig.

 

Toskur og hýsa rak

Magakanningarnar vístu, at tað var nakað til av nebbasild.

Toskurin og stóra hýsan vóru rak samanborið við onnur ár. Hetta er helst orsøkin til, at meira toskur kemur á línuna nú enn árini frammanundan, sigur Havnstovan.

Tilmæli um fiskiskap á landgrunninum og Føroyabanka verður latið landsstýrismanninum, tá stovnsmetingarnar eru lidnar í november/desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418