- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endurskoða parkeringsforboð í Gundadali
Avgerðin um parkeringsforboð er ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur. Tí verður hon nú endurskoðað.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá fyri løtu síðani.
Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin í sambandi við eitt eldratiltak, er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innan fyri teir avmerktu parkeringsbásarnar.
Avgerðin tikin í 2016
Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.
Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali, sigur kommunan.
Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd til viðgerðar á fyrstkomandi fundi.
Tórshavnar kommuna hevur í dag havt samband við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali.
Fundur í næstu viku
Á fundi í næstu viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali bøturnar, ið eru skrivaðar í økinum.
Borgarstjórin í Havn vil hava eina frágreiðing um tíðindaskrivið, sum 23. januar varð lagt á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.
- Mær vitandi er tað ikki samtykt, og øll slík átøk skulu samtykkjast í teknisku nevnd. Annars eru tey ikki galdandi, segði Heðin Mortensen ígjár.
Hann sigur, at hann vil hava frágreiðingina á sínum borði hesa vikuna.