- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup og Maria vanligastu nøvnini
Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvnini í Føroyum.
Flestu mannfólk í Føroyum eita Jákup og Jógvan.
Tey bæði nøvnini hava verið nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985.
Fyri 2002 var Jógvan vanligasta navnið, men síðan tá hevur Jákup verið mest brúkta navnið, skrivar Hagstovan.
Best umtókta navnið seinastu árini er tó Jónas.
Súsanna farin av topp-10
Eins og hjá monnunum eru vanligastu nøvnini á kvinnum at kalla tey somu nú sum fyri 30 árum síðani.
Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum við kvinnunøvnum øll árini síðan 1995. Einasta broytingin er, at navnið Súsanna er farið av topp-10 listanum, meðan Hanna og Lív nú eru á einum samlaðum 10. plássi.
Hóast fáar broytingar eru yvir mest brúktu nøvn, merkir tað ikki, at navnarákið stendur í stað.
Fleiri nøvn eru løgd aftrat seinastu 30 árini, sum eru væl umtókt í dag, eitt nú Emilia, Alda, Ranja, Nóa, Silas og Lukas, skrivar Hagstovan.