- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiriluti av manningini vildi gevast
Meiriluti av manningini vildi gevast
Veðurforsagnirnar eru ikki góðar, men Livar Nysted hevði kortini hug at halda fram at rógva útnyrðingsleiðina
15.09.2023 - 08:31
Livar Nysted og manning eru givnir at rógva, nú 700 fjórðingar eru eftir á mál.
Orsøkin er ringt veður.
Livar Nysted sigur, at ein meiriluti av manningini er fyri at gevast. Hann segði soleiðis í útvarpstíðindunum í morgun:
15092023_Livar
Livar Nysted og hinir rógvararnir í bátinum Hermione løgdu frá landi í Pond Inlet í Kanada 17. august, tá farið var at rógva útnyrðingsleiðina, sum er norðasta leið til Kyrrahavið.
Í gjár legði Livar Nysted hetta videobrotið út á Facebook:
Manningin krokar nú 20-25 fjórðingar frá býnum Cambridge Bay. Tá ið veðrið verður til vildar, verður róð inn til býin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV