- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen hattrikk í U21-sigri
Við trimum málum tryggjaði Jørgen Nielsen føroyska U21-fótbóltslandsliðnum sigurin á Hvítarusslandi og trý stig í EM-undankappingini.
B68-framherjin legði Føroyar framum fyri steðgin, og tá eitt korter var spælt av seinna ha´lvleiki, hevði hann økt til 3-0.
Hvítarussland minkaði um munin, tá 74 minuttir vóru spældir, og í yvirtíðini skoraði Gleb Rovdo til 3-2, men føroyska liðið helt fast teir síðstu minuttirnar.
Føroysku U21-menninir komu illa frá byrjan í kappingini við javnleiki á heimavølli ímóti Andorra, men við sigrinum í dag komu menninir hjá Eyðuni Klakstein upp á fýra stig.
Sambært bolt.fo er Jørgen Nielsen fyrsti føroyski spælarin, sum hevur skotið hattrikk í einum U21-manslandsdysti.