- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta 45.000 áskoðarar á pólska tjóðarleikvøllinum í annaðkvøld
Håkan Ericson, høvuðsvenjari, Gunnar Vatnhamar, landsliðsspælari og Hans Erik Danielsen, miðlaovasti hjá føroyska A-landsliðnum mannaðu tíðindafundin.
Gunnar Vatnhamar, sum nú roynir seg í íslendskum fótbólti, gleðir seg nógv til dystin í annaðkvøld, har eitt trýst pólskt lið við Robert Lewandowski á odda, bíðar.
Úrtøkan hjá pólska landsliðnum hevur verið vánalig í bólkaspælinum higartil, liðið er á næstaftasta plássi við 3 stigum.
Føroyska landsliðið væntar tí, at póllendingar fara at leggja eitt øgiligt trýst á føroyska liðið fyrstu løtuna, men megna føroyingarnir at standa ímóti, kann frustratión skjótt vísa seg á pólska liðnum.
Fjølmiðlaáhugin er stórur til dystin í annaðkvøld, og tað sást bæði á tíðindafundinum og til føroysku venjingina.
Verjuspælið avgerandi, men eingin Heini
Føroyska verjuspælið verður avgerandi í annaðkvøld, sigur Håkan Ericson.
Tá ið føroyska verjan skal mannast í annaðkvøld, má svenski høvuðsvenjarin klára seg uttan Heina Vatnsdal, sum er skaddur í longri tíð.
Tað er eisini greitt, at aðrir spælarar eru ivasamir, men eftir venjingina í dag, veit høvuðsvenjarin við vissu, hvørjar hann kann líta á.