- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja yvirtaka Norðurlandahúsið

Seinnapartin fæst at vita, hvussu áhugin er í løgtinginum fyri at yvirtaka Norðurlandahúsið.
Uppskot til samtyktar hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið er á skránni fyri tingfundin í dag.
Eitt annað uppskot hjá flokkinum er eisini á skránni. Flokkurin vil hava landsstýrið at kanna fyrimunir og vansar við at staðseta sendistovu Føroya í Ísrael í Jerusalem.
Fyrsti skrivligi fyrispurningurin
Tingið fer í dag eisini at atkvøða um fyrsta skrivliga fyrispurning í hesari tingsetuni.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr enn einaferð Høgna Hoydal, landsstýrismann, hvat hann hevur gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum.
Hon spurdi um tað sama í februar í ár.