- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparráðið: Hallið fer upp um 200 milliónir næsta ár
Búskaparráðið metir, at hallið á fíggjarlógini í ár verður 30 milliónir kr., og at hallið fer upp um 200 milliónir næsta ár.
Tað er ikki nóg væl frágingið, tá vøkstur framvegis er í búskapinum, at arbeiðsloysið er lítið, og at landskassin hevur inntøkuvøkstur.
Tað sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini, sum var løgd fram fyrrapartin.
Neyðugt er at fremja nýskipanir, sum betra haldførið hjá landskassanum. Tess longur vit bíða, tess størri verður rokningin, sum vit lata yngra ættarliðnum, sigur Búskaparráðið.
Ein nýskipan, sum er neyðug til tess at betra haldførið, er at hækka pensjónsaldurin meira enn tað, sum longu er samtykt. Tað fer at ávirka bæði inntøkurnar og útreiðslurnar hjá landskassin, sigur Búskaparráðið.
Hoyr samrøðu, sum Hansa Hansen gjørdi við Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum, í Breddanum:
Les alla frágreiðingina frá Búskaparráðnum her.