Gera ymsar broytingar umborð

Gera ymsar broytingar umborð
Reiðarin vónar, at Emerald kann fara til fiskiskap síðst í hesari vikuni
Emerald var vestan fyri Føroyar um vikuskiftið og royndi eftir rækjum.
 
29.08.2023 - 11:39

Verksmiðjutrolarin Emerald liggur enn á Havnini, tí hann er ikki klárur at fara til fiskiskap enn.

Ymiskt skal broytast umborð, men reiðarin, Kaj Johannesen, vónar, at trolarin kann fara síðst í hesari vikuni.

Tað ber tó ikki til at siga við fullari vissu.

 

Royndu eftir rækjum

Emerald var vestan fyri Føroyar um vikuskiftið og royndi eftir rækjum. Hann hevði royndarloyvi í eitt samdøgur.

Nakað var at fáa, men hetta er ikki rætta árstíðin at fiska rækjur, sigur Kaj Johannesen.

Emerald er bygdur í Turkalandi og fór haðani 25.juni.

Hann kom til Havnar 13. juli.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981