Smáligt fiskarí hjá útróðrarbátunum

Smáligt fiskarí hjá útróðrarbátunum
Góður streymur og gott veður gera, at Fiskamarknaðurin væntar nógvan útróður nú í vikuni, millum annað á Føroya banka
Fiskaríið hjá útróðrarbátum er smáligt í løtuni. Teir fáa tosk og hýsu
Mynd: Savnsmynd  
 
21.08.2023 - 11:08

Streymurin í vikuni verður góður, og veðrið verður eisini gott. 

Tí væntar Fiskamarknaðurin nógvan útróður í vikuni, millum annað á Føroya banka.

Men fiskaríið hjá útróðrarbátum er smáligt. Teir fáa tosk og hýsu.

 

Línuskipini

Øll ísfiskalínuskipini liggja í løtuni.

Trý frystilínuskip eru undir Føroyum, tey fáa longu og brosmu.

Eitt frystilínuskip er við Grønland. 

 

Trolararnir

Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, og ein er farin á ryggin at fiska tosk. 

Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland.

Fýra partrolarar fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu.

Upsafiskaríið er framvegis smáligt.

Eitt par og ein lemmatrolari fiska gulllaks.

 

Trolbátar

Tríggir trolbátar eru úti.

Teir fáa tosk, hýsu og flatfisk.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

Fiskaríð er brúkiligt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308