Spania er heimsmeistari

Spania er heimsmeistari
Við uppibornum 1-0 sigri á Onglandi tryggjaði Spania sær heimsmeistaraheitið í fótbólti við kvinnum. Liðskiparin, Olga Carmona, skeyt einasta málið í dystinum
Sponsku fótbóltskvinnurnar fegnast um HM-heitið eftir sigur á Onglandi á Stadium Australia
Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.08.2023 - 14:29

Við máli frá Olgu Carmona tryggjaði Spania sær heimsmeistaraheitið í fótbólti við kvinnum fyrrapartin.

Spanski liðskiparin skoraði, tá hálvur tími var spældur, eftir at Ongland hevði mist bóltin á miðvøllinum.

Stjørnan Lauren James kom á vøllin í steðginum, men lítið munaði, og spanski sigurin kundi verið størri, var tað ikki fyri enska málverjanum, Mary Earps, sum bjargaði brotssparki í seinna hálvleiki.

Sponsku kvinnurnar, sum komu til kappingina órógvaðar av ósemju við spanska fótbóltssambandið og uttan fleiri Barcelona-spælarar, hildu fast og kunnu nú kalla seg heimsmeistarar fyri fyrstu ferð.


Ensku evropameistararnir harmast um tapið fyri Spania: Saeed Khan/AFP/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV