KÍ kvinnur føroyameistarar

KÍ kvinnur føroyameistarar
FM heitið kom í hús, hóast fýra dystir framvegis eru eftir í kappingini
Fegnar KÍ kvinnur, sum í dag tryggaðu sær FM heitið
Mynd: Sverri Egholm/portal.fo  
 
19.08.2023 - 18:33

KÍ kvinnurnar vunnu í dag FM meistaraheitið tá tær á heimavøllið vunnu heili 5-0 á EBstreymi/Skála.

Dysturin var tó merktur av at tað var heldur nógvur vindur, serliga í seinna hálvleiki.

Venjarin hjá KÍ kvinnunum, Christopher Kvistgaard segði við Kringvarpið eftir dystin, at hóast hann fegnaðist um sigurin og FM heitið, so var KÍ so nógv við yvirlutan, at sigurin var ov lítil.

Men tað var ikki einans gleði um sigurin og FM heitið.
Sanna Svavardal, liðskiparin hjá KÍ kvinnunum fór av vøllinum við skaða, eftir ein samanbrest við tveir aðrar leikarar. 
Ein brestur hoyrdist kring vøllin, sum stavaði frá knænum hjá liðskiparum, og hon fór av vøllinum á høkjum eftir dystin.

Hóast hon eisini fegnaðist um sigurin og FM heitið,  so var hon eisini stúrin, tí skal KÍ spæla champions league dystir komandi mánað, og um skaðin er ov álvarsligur, má KÍ spæla uttan liðskiparan.

KÍ hevur aftur í ár verið sera sannførandi í FM kappingini, og nú KÍ kvinnurnar hava vunnið FM heitið, hava tær framvegis fýra dystir eftir at spæla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV