Svensku kvinnurnar vunnu bronsuna

Svensku kvinnurnar vunnu bronsuna
Vunnu á vertstjóðini
Svensku kvinnurnar vunnu triða plássið til HM í fótbólti
Mynd: Patrick Hamilton/AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2023 - 13:50

Svøríki vann bronsuheiðursmerkini, tá dysturin um 3. plássið í HM endaspælinum var spældur í dag.

HM í fótbólti fyri kvinnur nærkast nú endanum, og bert finalan er nú eftir at spæla. 

Svøríki og Australia dystaðust um triða plássið í morgun, og Svøríki vann 2-0. Harvið endaði Svøríki á triða plássið, sum er júst sama úrslit sum til seinastu heimsmeistarakapping. Hetta er í alt, triða ferðin at Svøríki vinnur bronsuheiðursmerkini.

Fyri vertstjóðina Australia gjørdist tað ein keðiligur endi við tveimum tapum, eftir at australsku kvinnurnar eisini taptu í hálvfinaluni ímóti Onglandi.

Hóast hetta hevur stuðulin til heimaliðið verið ovurstórur, og veruligur fótbóltsfebur hevur herja í Australia undir endaspælinum.

Finalan í HM endaspælinum verður í morgin, sunnudagin kl. 11. Tá spæla Spania og Ongland um at vinna heiðurin, sum heimsins besta kvinnulandslið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV