- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árni Frederiksberg bumbaði KÍ til sigurs
Nú kann tað hvørki koma óvart á nakran ella skýrast at vera ein sensatión.
KÍ vann í kvøld 2-1 á Tórsvølli móti norska meistaraliðnum Molde í fyrra dystinum millum liðini í royndini at koma sær heilt fram til Champions League-bólkaspælið.
Og tað kann heldur ikki koma óvart á fólk, at tað var Árni Frederiksberg, ið skeyt bæði málini.
Tað er eins og Árni Frederiksberg, sum nú er toppskjútti í Champions League-kappingini, kann ganga á vatninum í løtuni.
Tvey mál í heimsflokki
Talan var um tvey mál í heimsflokki, sum besti føroyski fótbóltsleikarin í løtuni, bumbaði í kassan.
Tað fyrra, sum Árni Frederiksberg skoraði í 64. minutti, var eins frekt, og tað var væl sparkað í málið.
Tá eingin væntaði tað, minst av øllum Molde-málverjin, høgdi Árni bóltin inn við nærmara stólpa úr rættiliga spískum vinkli og stórari fjarstøðu úr høgru síðu.
Tað seinna, sum kom í 86. minutti, var eitt dundurskot við hansara deyða høgra beini.
Málið kendist eitt sindur sum hina ferðina, ið John Faxe Jensen skoraði fyri Danmark í EM-finaluni.
Árni rakti bara bóltin beint í reyvina við stuðulsbeininum, og tað er ivasamt, um hann hevur gjørt tað áður ella fer at gera tað aftur.
Javnur dystur
Annars var talan um ein javnan dyst, har Molde nokk var leikliga eitt sindur omaná í bróðurpartinum av dystinum.
Í grundini minti dysturin á einum fullsettum Tórsvølli ikki sørt um hinar dystirnar, ið KÍ hevur spælt í undanumførunum til Champions League-bólkaspælið.
Kanska skapti KÍ ikki líka nógvar málmøguleikar, sum liðið gjørdi í dystunum móti BK Hacken. Men KÍ kláraði enn einaferð at halda sterka mótstøðuliðnum frá at fáa stórar málmøguleikar.
Bert ta einu ferðina bleiv krútsterka KÍ-verjan útspæld, sum mann sigur á fótbóltsmáli, og tað var tá Molde legði seg á odda í 49. minutti.
Annars gekk rættiliga javnt á, og tað hendi í roynd og veru ikki so øgiliga nógv framman fyri bæði málini.
Treyðugt so, um illa vildi til, so kundi Molde verið frammanfyri við bæði einum og tveimum málum beinanvegin, tí norska meistaraliðið hevði sínar bestu møguleikar fyrstu 10 minuttirnar av dystinum.
Men so gekk tað norska meistaraliðnum, sum tað gekk ungarska meistaraliðnum, Ferencvaros, og svenska meistaraliðnum, BK Hacken. Áðrenn teir varnaðust, so hevði Árni Frederiksberg høgt til og eisini søkt Molde við teimum málum í heimsflokki.