Miðflokkurin: Norðurlandahúsið skal yvirtakast

Miðflokkurin: Norðurlandahúsið skal yvirtakast
Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkin vilja yvirtaka Norðurlandahúsið, fyri at steðga Norðurlandahúsinum at hýsa LGBT-tiltøkum og at flagga við Pride-flagginum
Norðurlandahúsið skal yvirtakast, heldur Miðflokkurin
Mynd: Savnsmynd  
 
04.08.2023 - 11:33

Tingmenn Miðfloksins, Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, hava uppskot til samtyktar um at fáa landsstýrið at kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka Norðurlandahúsið.

Orsøkin til uppskotið er, siga teir báðir tingmennir, at onnur Norðurlond brúka Norðurlandahúsið til at ávirka grundleggjandi mentan og virði í Føroyum, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda.

Norðurlandahúsið verður javnan brúkt til at ávirka børn, ung og vaksin í djúpt politiskum spurningum, sum løgtingið hevur felt, ikki hevur tikið støðu til, ella føroyingar eru tvíbýttir í.

Ynskja ikki at NLH skal flagga við Pride-flagginum

Sterkasta symbolið og tað mest ítøkiliga, sum lýsir júst hetta, er, tá Norðurlandahúsið eina ferð um árið tekur føroyska flaggið niður, fyri síðani at vinda Pride-flaggið á stong. 

Norðurlendska ráðharraráðið letur 14,4 milliónir krónur um árið til at reka Norðurlandahúsið.

Landsstýrið letur 1,7 millión krónur, og inntøkurnar hjá Norðurlandahúsinum annars eru slakar 8,8 milliónir krónur.

Hetta eru tøl fyri 2022.

(Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981