SF 23: Adrenaline pumpaði í Tjaldinum hóskvøldið

Høgættin er keðilig í Klaksvík.

Tað fingu Summarfestival gestirnir eisini at føla tíðliga hóskvøldið.

Myndir: Finnur Justinnusen / leit.fo

Tað var fitt av vindi og rættiliga kalt, og tá tað er rættiliga ábart á festivaløkinum, so kendust fyrstu tímarnir av Summarfestivalinum eitt sindur tungir at koma ígjøgnum. 

Tað var, sum ein lokalur segði, at høgættin í Klaksvík kennist eins og veturin longu er komin. 

Festivalgestirnir skuldu bíða eina góða løtu, fyri at fáa eitt sindur av hita í kroppin. 

Hóast tað var eitt sindur illfýsið fyrst á kvøldinum, so ráhugnaður tey ungu sær á tjaldingarøkinum, sum liggur mitt í hjartanum á festivalinum. 

Umstøðurnar hjá tjaldarunum eru framúr góðar á Summarfestivalinum við morgunmati og øðrum hentleikum. Og tær nýtist ikki at flyta teg av tjaldingarøkinum fyri at hoyra allar konsertirnar. 

Hóskvøldið var eitt sindur soltið tónlistarliga, og tað var rættiliga langt millum tónleikaligu snapsirnar. 

Ikki fyrr enn Herborg Torkilsdóttir fóru á pallin í Tjaldinum um átta tíðina bar til hjá fólki at fáa sær ein svingom og harvið fáa eitt sindur av hita í kroppin. 

Bæði Herborg Torkilsdottir og sangir hennara eru blivin eitt slag av føroyskari fólkaong. 

Miðalhampa føroyingar elska og kennir seg aftur í hennara sangum um gerandislívið her á klettunum, soleiðis sum Herborg eygleiðir og upplivir tað. 

Ofta manglar Summarfestival-skráin okkurt eitt sindur øðrvísi innslag.

Eitt sera sjarmerandi innslag á skránni hóskvøldið var konsertin við Klaksvíkar hornorkestri á Torginum klokkan níggju. 

Hornblásturin hevur djúpar og sterkar røtur í Klaksvík, og tað var ein deilig løta við væl spælandi orkestrinum.

Tað fekst eisini sjón fyri søgn um, at klaksvíkingar eru góðir við og ernir av sínum dugnaliga hornorkestri, ið massjeraðir yvir á vøllin við Djúpumýru eftir konsertina. 

 

KÍ høvuðsnavn

Høvuðsnavnið hóskvøldið var kanska KÍ-liðið, sum kom heim eftir at liðið vann seg víðari í Champions League-kappingini við einum sera sannførandi, men ikki sørt dramatiskan sigri móti svenska meistaraliðnum BK Häcken.

Festivaløkið tømdist, tá hetjurnar úr Gøtuborg blivu fagnaðar við Djúpumýru við við fýrverki, ið ikki stóð aftanfyri tað, sum kann upplivast í Tivoli í Keypmannahavn.  

Størsta hetjan av teimum øllum er uttan iva Árni Frederiksberg, sum við tveimum málum og einum uppleggi til tað triðja tryggja KÍ víðari luttøku í Champions League. "Árni á landsliðið," róptu fólk, og vónandi er tað onkur í FSF, ið lurtar. 

Stóra smílið hjá KÍ-formanninum var rættiliga umboðandi fyri góðu kensluna við Djúpumýru hesa løtuna.

Leikararnir máttu tó skjótt til hús, tí teir skuldu venja morgunin eftir, og lonu týskvøldið kemur norska felagið Molde til Føroya at spæla fyrra dystin á Tórsvølli. 

 

Lítið modern yvir Thomas Anders

Fagnaður av KÍ gjørdi eisini, at konsertin á Vágsbøi við poppsangaranum Thomas Anders úr kenda týska poppbólkinum Modern Talkin, sum hittaði stórt í áttatiárunum, mátti útsetast ein hálva tíma, til klokkan 22.30.

Dýnujakkin, ið yndisliga aldrandi maðurin var í, bar vitnisburð um, at 60 ára gamli Anders allarhelst hevði sett seg væl inn í, hvat tað var fyri ein býur og fyri ein áhoyrarafjøld, ið hann spældi konsert í og fyri. Hann passaði væl inn.

Um nakar hevði væntað, at tey fór at fáa hitan hetta ráliga seinsummarkvøldið til løttu poppsangirnar hjá Modern Talking, so máttu tey bíða eina løtu. 


Thomas Anders, Gentleman of Music, stóð á stóra skíggjanum á Stóra pallinum, og hann var eitt sindur tað. 

Hann tók sær góða tíð at práta millum sangirnar, og onkur helt hann vera fittan, og tað tóktist hann eisini at vera. 

Onnur hildu, at hann hevði hóskað betur til Seniorfestivalin í Eysturoyar ellis- og røktarheimi enn á stóra pallinum á Vágsbøi. 

Uttan mun til, hvat mann helt um framførsluna, so var konsertin eitt tað størsta kitsj-upplivisið, eg nakrantíð havi havt. 

Kitsj verður sagt um nakað, ið dyrkar populeran ella beinleiðis vánaligan stíl.  

 

Backtrack í ov ríkiligt mát

Sum ein speirekandi tók til um konsertina: "Nógv gott. Playback-bandið. Dýnujakkin. Senushowið." Ja, tað var veruliga nakað serligt, tí tað var so kitsj. 

Givið er, at sangurin á helvtin av sangunum, ið Thomas Anders framførdi, lá einum sonevdnum backtrack, ið spældi aftanfyri tónleikararnar í bólkinum, sum annars spældu væl. Tað sum í gomlum døgum bleiv rópt playback. Men her tosa vit bara um sangin og ikki um tónleikin. 

Tað sigur sjálvt, at tað ber ikki ordiliga til at syngja høgu falsetturnar, sum eru í sangunum hjá Modern Talking, tá mann er farin um tey 60 ár, so einki ilt um tað. Kiss brúkti eisini hesa fintu, tá bólkurin spældi á Copenhell í fjør. 

 

Tað var trupult at vera illur við hendan blídliga og stórsmílandi Gentleman Of Music, ið so eyðsæð elskaði lívið sum poppstjørna.

Hann tosaði nakað nógv millum sangirnar, og so spældi hann ov nógvar nýggjar sangir hjá sær sjálvum, sum eingin kendi.

Tað gjørdi konsertina dovna og langdrigna, og úrslitið var, at nógv rýmdu, áðrenn ordiligu Modern Talking-hittini blivu spæld. 

Hugnarligasta løtan var uttan iva, meðan Thomas Anders framførdi stóra hittið "You're My Heart, You're My Soul" í einari akustiskar útgávu saman við gittaristinum. 

 

Veðrið var batnað munandi, og fólk sungu so hjartaliga við.

Og um onkur hevði hug at ilskast um, at Thomas Anders framførdi frálíka popphittið bara við einum gittara, so var eingin orsøk at ilskast. Thomas Anders framførdi eisini sangin í síni uppruna útgávu seinni í konsertini. 

Men tað kemst ikki uttan um, at kensla eftir konsertina var eitt sindur fløt og undarlig. Tí hvat var tað í grundini, ið vit høvdu verið vitni til?

Konsertin við Thomas Anders kendist tíverri eitt sindur sum ein discount-loysn, hóast The Gentleman Of Music gjørdi alt tað, ið hann var mentur, fyri at sjarmera seg inn hjá áhoyrarunum.

Tað er tíverri eisini ein afturvendandi kensla á Summarfestivalinum. Eitt nú í fjør, tá festivalurin borðreiddi við einum donskum karaokee-syngjandi-sjónleikara, ið sang John Mogensen sangir. Í so máta, so var Thomas Anders fleiri bátslongdir frammanfyri, tí tað var kitsj og eitt sindur kult.

Men tað kendist bara eitt sindur avdankað og eitt sindur tilgjørt  orsaka av backtrack-bandinum, ið bleiv brúkt í nokk so ríkiligt mát. 

Summarfestivalurin skal hava størri ambetiónir og í nógv størri mun leggja seg eftir, at tað eru ordiligar knotur í øllum teimum útlendsku nøvnini, ið sleppa upp á stóra pallin á Vágsbøi - hóast føroyingar eru eitt fitt og fyrigevandi fólk, ið góvu Thomas Anders nógvan kærleika.

Konsertir sum tær við Toto, Scorpions, Kim Larsen, Twisted Sister, Lukas Graham og High As A Kite eru rætti vegurin at fara. Europe konsertin í kvøld verður uttan iva eisini ein sovorðin konsert. 

Mítt fyrsta boð upp á eitt svorðið útlendskt navn er enski rokkbólkurin Def Leppard, ið spældi eina framúrskarandi konsert á Copenhell í summar. Har vóru øðrvísi knøtur í. 

 

Adrenalie í Tjaldinum

Alt tað, ið konsertin við Thomas Anders manglaði, ja alt tað hevði konsertin við lokala-bólkinum Adrenaline.

Tjaldið stóð at bresta við 4000 áskoðarum, ið hoppaðu og dansaðu aftur við eitt sindur bygdasliga, men sera orkufylta føroyska punkrokkinum hjá sjarmerandi ungligunum í Klaksvík, ið eru um at bresta av spæligleði.

Tað var, so segði hann, spikahamrandi foytt at uppliva. 

Framførslan staðfesti, at Adrenaline nú hevur av álvara fingið fótafestið á føroyska tónleikapallinum. 

Tað er torført at ímynda sær, at Adrenaline ikki sleppur upp á stóra pallin á Vágsbøi at spæla næsta ár.

Tjaldið var í minna lagið til bólkin, sum nú skal díkja á við at skriva sangir. Adrenalin hevur longu nakrar ordiliga fínar sangir, ið tey ungu og ungsintu hava tikið til sín. Men tað skulu nokk fleiri til, um teir sleppa upp á stóra pallin á Vágsbøi næsta ár. 


 
Er kopiera