- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ hevði møguleikarnar at vinna dystin
KÍ-liðskiparin Jákup Andreassen iðraði seg eftir fyrra Champions Leauge-undakappingardystin móti svenska meistaraliðnum BK Häcken við Djúpumýru í kvøld.
"Vit burdu vunnið handan dystin," staðfesti miðvallarin, og rætt hevði hann.
KÍ hevði teir báðar størstu málmøguleikarnar í dystinum, ið annars var sera javnur.
BK Häcken hevði bóltin meira, serliga í fyrra hálvleiki, men KÍ-leikararnir vardu so mikið væl, at svenska meistaraliðið hevði ilt við at spæla seg til veruligar málmøguleikar.
Tvey kolldømd mál
Tveir ferðir í fyrra hálvleiki lá bólturin í KÍ-málinum, men báðu ferð var talan um rættiliga greiðar rangstøður.
Talan var eisini um tilvildarliga støður, heldur enn væl gjøgnum spæld álop frá BK Häcken.
KÍ-venjararnir vóru ikki nøgdur í hálvleikinum og vildu hava sínar menn at tora betur at hava bóltin, og annars ikki detta ov langt aftur á vøllin at verja.
Hesa áheitan tóku KÍ-leikararnir til sín, og í seinna hálvleiki var KÍ munandi betur við í dystinum.
KÍ bestu møguleikarnar
KÍ fekk eisini bestu málmøguleikarnar, tá fyrst Árni Frederikseberg, ið var eyðsýndur, spældi væl leikandi Claes Philip Kronberg púra frían.
Tíverri stórbjargaði Peter Abrahamsson í svenska málinum. Og tá bólturin støkk út til Luc Kassi, so misnýtt hann upp á tað grovasta, tá hann hevði eitt tømt mál at sikta eftir.
Tað mest álopsspælið hjá KÍ kom upp gjøgnum vinstru síðu, har Rene Shaki Joensen eisini var stórspælandi.
Og tað var eisini føroyski landsliðsleikari, sum í 89. minutti seinni streyk avstað og legði bóltin inn til KÍ-liðskiparan, Jákup Andreasen, sum hart trýstur skeyt upp um málið úr 10 metrum.
Javnleikur er eisini eitt gott útgangsstøði til næsta dystin millum liðini í Gøteborg