- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóan Símun Edmundsson skiftir til íslendskan fótbólt
31 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, sum annars hevur føðingardag í morgin, hevur seinastu tíðina verið uttan sáttmála.
Áðrenn 31 ára gamli toftamaðurin bleiv sáttmálaleysur í summar, spældi hann við SK Beveren í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini.
Men seinasta tíðin í belgiska felagnum, sum hann flutti til í 2021, hevur verið nógv merkt av álvarsligum skaðum.
Nú gongur leiðin hjá Jóan Símuni Edmundssyni so til Íslands.
Liðfelagi við Pætur Petersen
Føroyski landsliðsáleyparin skiftir til Knattspyrnufélag Akureyrar, ella KA á manna munni.
Í KA verður Jóan Símun Edmundsson liðfelagi við Pætur Petersen, sum í fjørt skifti til KA úr HB.
Fótbóltsyrkisleiðin hjá Jóan Símuni Edmundssyni byrjaði í B68, men blaðungur fór hann til Onglands, har hann stóð í læru hjá enska stórfelagnum Newcastle.
Síðan hevur hann eisini umboðað Gateshead, Víking, Fredericia, AB, HB, Vejle, OB, Arminia Bielefeld og Beveren.
Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 77 landsdystir fyri Føroyar og skotið átta mál.
Skrivaði føroyska fótbóltssøgu
Jóan Símun Edmundsson skrivaði føroyska fótbóltssøgu, meðan hann spældi við Arminia Bielefeld.
31 ára gamli toftamaðurin gjørdist fyrsti føroyingur sum bæði spældi og skoraði í bestu týsku fótbóltsdeildini, Bundesligaini.
Hetta var eisini nakað, ið vakti ansa uttan fyri Føroyar.