- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ummæli: Tórsfest rakti bæði topp og botn
Veðurgudarnir og -einglarnir smíltust á Tórsfest, sum bleiv hildin í føgrum føroyskum summarveðri leygardagin.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Føroyingar lógu ikki á møguleikanum, men tustu oman í Vágsbotn at hoyra donsku høvuðsnøvnini Lukas Graham, Gilli, Carpark North og so málmanslegenduna Peter Schmeichel, sum nú roynir seg sum tónleikara saman við bólkinum The Ones.
Lítið var at ivast í, at tað var heimskenda Lukas Graham, ið fólk flest vóru komin oman í Vágsbotn fyri at hoyra.
Danska heimsstjørnan, ið hittaði stórt í 2015 við eitt nú sanginum "7 Years", var í Føroyum fyri fimtu ferð.
Heldur ikki hesaferð skuffaði dugnaligi danin føroyingar, tí Vágsbotnur kókaði, meðan Lukas Graham spældi eitt gott bland av nýggjum og gomlum sangum.
"Latið tað ikki ganga fimm ár, áðrenn eg verið boðin aftur til Føroya at spæla fyri tykkum," segði Lukas Graham, ið hevði fastatøku á áhoyrararnar frá byrjan til enda.
Sangirnir hjá Lukas Graham raka okkurt grundleggjandi í serliga ungum fólkum.
Tað var sera sjónligt í Vágsbotni leygarkvøldið, tí bróðurparturin av áhoyrarunum var børn og ung.
Tað er væl skilligt, at Lukas Graham er so væl umtóktur.
34 ára gamli danin er ein sangari av Guds náði, og tað kennist sum eitt vers úr Halgubók, at hoyra Lukas Graham syngja.
"Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, at kunngera náðiár Harrans." (Lukas 4:18-19)
Men Lukas Graham er eisini ein sera sjarmerandi fýrur, ið fekk øll við sær leygarkvøldið.
"Tit føroyingar syngja bara eitt sindur betur og harðari enn onnur fólk," staðfesti hann, og fólk tóku rósandi orðini til sín og sungu uppaftur harðari við.
Tað gjørdi heldur ikki lagið verri, at Lukas Graham blakaði eitt klædnaplagg fyri og annað eftir gjøgnum konsertina.
Góði stemningurin leygardagin kom eisini av, at Føroyar vístu seg frá sínari bestu síðu við vøkrum veðri og uppaftur vakrari fólkum.
Nøkur føroysk nøvn høvdu eisini fingið pláss á Tórsfest-skránni, eitt nú Árni & Julian (mynd), Dynamit og Tinganest, men tað var á minna pallinum á Tórsgøtu.
Stóri áhugin fyri føroysku nøvnunum, kanska serliga konsertini hjá Dynamit, gjørdi, at tað bleiv alt ov trongt á parkeringsplássinum við Hotel Havn.
Konsertin við Tinganest, ið skuldi vera á minna pallinum, bleiv tískil flutt oman á stóra pallin, tí tað var ikki forsvarligt at hava hana í Tórsgøtu.
Broytingarnar í skránni gjørdu tó einki við góða lagi hjá gestunum á Tórsfest.
Ársins mest løgna og tilvildarliga innslag á Tórsfest-skránni var danska One-Hit-Wonder'ið Whigfield.
Hon hittaði stórt í 1992 við "Saturday Night" og legði onkursvegna lunnar undir danska bubbligums-poppin, sum hertók heimin miðskeiðis í nítárunum.
Men tað var líkasum tað.
Lukkutíð vóru tað nøkur, ið mintust Whigfield og møttu upp til konsertina hjá henni, so hon ikki stóð einsamøll á parkeringsplássinum.
Danski nítiára bubbligums-poppurin hevur fingið eina endurføðing millum ung, ið halda hann vera stuttligan at ballast til.
Meðan Whigfield var tað reina kitsj, so var danska emo-rokkorkestrið Carpark North tann ordiliga vøran.
Vágsbotnur kókaði til góðu rokktónarnar frá Lau Højen, Søren Balsner og Morten Thorhauge, ið allir eru uppruna limir í bólkinum.
Carpark North hava spælt rættiliga ofta í Føroyum síðani vóru her fyrstu ferð og blástu alt og øll um koll í Mentarnarhúsinum í Fuglafirði í september í 2005.
Sjálvt ikki trupulleikar við anlegginum, ið gjørdu, at Carpark North mátti av pallinum eina løtu, megnaðu at køva góða lagið.
Tað bilar einki, at Carpark North vitjar javnan, tí bólkurin hevur eina sera høga tónlistarliga veitingartrygd.
Carpark North dugir ikki at spæla eina vánaliga konsert.
Alt tað, ið Carpark North og Lukas Graham duga á einum palli, og við einum ljóðføri í hendi, ja tað dugir málmanslegendan Peter Schmeichel ikki.
Sjálvt ikki tann sannroynd, at hann var umgyrdur av limum í kenda danska rokkbólkinum Magtens Korridorer kundi skava útyvir, at Peter Schmeichel nokk burdi hildið seg frá at upptraðka við tónleiki.
Peter Schmeichel og The Ones ljóðaðu í besta føri sum eitt av miðalhampa dansiorkestrunum, ið plagdu at spæla til dans í Glyvra Bio í áttatiárunum.
Men hvat gjørdu Peter Schmeichel og The Ones á pallinum til Tórsfest, um tað var so vánaligt? Ja, tað er ein ólukksáliga góður spurningur.
"Vit selja undirhald, og Peter Schmeichel var kendasti maður á ársins Tórsfesti," verjir Rúni Djurhuus, fyriskipari, seg við, tá hann blívur spurdur.
Jú, Peter Schmeichel var sera góður og undirhaldandi fótbóltsmálmaður, og nógv vóru eisini komin oman í Vágsbotn bara at síggja kenda mannin.
Men sum tónleikari er Peter Schmeichel alt annað enn góður og undirhaldandi.
Tað má onkur, ið stendur honum nær, vera maður nokk at fortelja honum.
|