Landsstýrismaðurin hevur álit á stjóranum í SSL

Landsstýrismaðurin hevur álit á stjóranum í SSL
Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, er vísur í, at alt er farið rætt fram í sambandi við søluna av Hasfjord
Hasfjord bleiv seldur sum gamalt jarn
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2023 - 12:01

Í síðstu viku kom fram, at tað vóru fleiri um boðið at keypa strandfaraskipið Hasfjord fyri meira enn tað, sum skipið varð selt fyri.

Millum annað vildi ein norskur keypari bjóða 1,6 milliónir norskar krónur fyri skipið, svarandi til eina millión og 66.000 danskar krónur.

Skipið varð selt fyri 410.000 krónur í okkara peningi. 

Eisini hevði ein danskur keypari bjóðað umleið 100.000 krónur oman fyri tað, sum skipið var selt fyri.

Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, hevur álit á stjóranum á Strandfaraskipum Landsins, og er vísur í, at alt er farið rætt fram í sambandi við søluna av Hasfjord. 

Dennis_um_Hasfjord_red

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049