Útselt til Champions League-dyst hjá KÍ

Útselt til Champions League-dyst hjá KÍ
Gravgangurin var stórur eftir atgongumerkjunum til fyrra Champions League-dystin millum KÍ og svenska BK Häcken. Øll 1218 atgongumerkini vórðu seld upp á eitt samdøgur
Árni Frederiksberg og hinir í KÍ skulu mikukvøldið royna at basa svensku meistarunum úr BK Häcken
Mynd: MTI/Illyés Tibor  
 
24.07.2023 - 10:37

Fótbóltsfeburin er serliga høgur í Klaksvík í løtuni. 

Mikukvøldið skal KÍ spæla fyrra dystin dystin móti BK Häcken í øðrum umfari í Champions League-kappingini. 

Djúpumýra verður at tremur við fólki, tí tað er útselt til dystin.

Norðlýsið skrivar, at tað tók væl minni enn eitt samdøgur at selja tey 1219 atgongumerkini, og longu eftir einum tíma vóru tey fyrstu 900 seld.

KÍ varpaði heldur óvæntað ungarsku meistararnar Ferencváros úr Champions League-kappingini í fyrsta umfari við einum sannførandi 3-0 sigri á útivølli. 

Dysturin millum KÍ og BK Häcken verður spældur mikukvøldið klokkan 19:45. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117