Landsstýrið og SEV fund um pumpuskipanina í Vestmanna

Landsstýrið og SEV fund um pumpuskipanina í Vestmanna
Skipanin er dýrkað 400 milliónir kr., og tí má landið onkursvegna vera við, sigur formaðurin í stýrinum hjá SEV
Pumpuskipanin, sum upprunaliga kostaði eina milliard krónur, er nú vorðin góðar 400 milliónir dýrari.Skipanin, sum upprunaliga kostaði eina milliard krónur, er nú vorðin góðar 400 milliónir dýrari. (Savnsmynd: SEV)
 
20.07.2023 - 08:27

Í dag klokkan tíggju verður fundur í Húsahaga millum Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, og stýrið hjá SEV um pumpuskipanina hjá SEV í Vestmanna. 

Skipanin, sum upprunaliga kostaði eina milliard krónur, er nú vorðin góðar 400 milliónir dýrari.

- Hon er nú vorðin so dýr, at landið má onkursvegna vera við, sigur formaðurin í stýrinum hjá SEV, Kári Johansen.

 

Ognartøka

Hann hugsar millum annað um, at landið má gera tað lættari og skjótari hjá SEV at fáa fatur í tí lendi, sum skal brúkast til vindmyllulundir.

Kári Johansen nevnir heimildina um ognartøku, sum er í lógini um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Har stendur, at landsstýrismaðurin kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanina, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindi yvir lendinum ella tilfarinum.

Landsstýrismaðurin kann síðani avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarkostnað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946