Ein misskiljing at sjúkrarøktarfrøðingur skal taka telefonina

Ein misskiljing at sjúkrarøktarfrøðingur skal taka telefonina
Sjúkrahúsverkið hevur ikki orku til, at sjúkrarøktarfrøðingar skulu taka telefonina i læknavaktini um náttina, sigur Tummas í Garði, varastjóri
Eftir øllum at døma er ymsar fatanir av, hvør skal skal taka telefonina i læknavaktina um náttina.
 
19.07.2023 - 18:37

- Tað hevur verið ynski hjá kommunulæknunum, at ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur telefonina í læknavaktini um náttina, men tað vilja vit ikki, sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Rói á Kósini, kommunulækni og næstformaður í Kommunulæknafelagnum, hevur sagt, at bara ein lækni verður á læknavaktini eftir klokkan 22.

Tað kann hava við sær, at tað tekur longur tíð at fáa fatur á lækna, men ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur altíð telefoina.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Men hetta er ein misskiljing, sigur Tummas í Garði.

- Sjúkrahúsverkið hevur ikki orku at hava sjúkrarøktarfrøðingar at taka telefonina i læknavaktini um náttina, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Tummas_i_Gari_um_laeknavakt

 

 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, kennir heldur einki til, at sjúkrarøktarfrøðingar skulu taka telefonina í læknavaktini um náttina.

Sí meira her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109