- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinna og grindadráp hvørt um annað órógvar ikki
Ferðavinna og grindadráp hvørt um annað órógvar ikki
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt fráboðan á enskum á heimasíðuna hjá landsstýrinum
18.07.2023 - 10:06
Nógva umrøðan, sum grindadrápið í Havn herfyri fekk, hevur fingið Uttanríkis- og Vinnumálaráðið at leggja eina fráboðan á enskum á heimasíðuna hjá landsstýrinum.
Millum annað bað reiðaríið hjá einum skemtiferðaskipi, sum lá á Havnini, tá drápið var, ferðafólkini um umbering, tí tey sóu eitt grindadráp.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sigur, at tað órógvar ikki landsstýrið, at ferðavinna og grindadráp eru hvørt um annað í Føroyum.
Síðani verður víst til tað sama aftur, at stovnurin er ikki hóttur, veiðan er burðardygg, grindadráp er ikki vinnuligt og lógir eru um tað, millum annað um djóravælferð.
Sí fráboðanina her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV