10 minnilig ting frá G! 2023

20. útgávan av G! festivalinum bleiv fyriskipað um vikuskiftið. 

Aftur í ár vísti Syðrugøta seg frá sínari vakrastu síðu, og tað bleiv til tríggjar hugtakandi dagar saman við góðum fólki og tónleiki. 

Her eru 10 minnilig ting frá ársins G! festivali. 

 

1) Góða veðrið hósdagin og fríggjadagin

Veðurforsøgnin sá einki serlig út áðrenn G! festivalurin skuldi byrja.

Men enn einaferð lumpaði føroyska veðrið alt og øll - ikki minst veðurfrøðingarnar. 

Veðrið var frálíkt bæði hósdagin og fríggjadagin. 

Fólk nutu veruliga at vera í vøkru Syðrugøtu hesar dagarnar. 

Góða veðrið gjørdi eisini, at lagið á áhoyrarunum var sera gott til konsertirnar hesar dagarnar. 

Hóast hann var landnyrðingur leygardagin, sum gav uppgang og illfýsið veður, so var tað framvegis hugnaligt at vera í Syðrugøtu.

Fólk lótu seg bara væl í, áðrenn tey herjaðu á oman á Sandin ella niðan á Spæliplássið.  


2) Føroysku høvuðsnøvnini

G! fyriskipararnir viðgingu ærligir, at teir ikki høvdu nakað rættiligt útlendskt høvuðsnavn í ár.

Tí lá ábyrgdin at fylla Sandin í Syðrugøtu á størstu føroysku nøvnunum. 

RSP, BYRTA, Eivør, Marius Ziska og Annika Hoydal sviku ikki álitið. 

Eivør, sum var á heimabeiti í Syðrugøtu, syrgdi fyri, at nógv fólk komu á G! festivalin longu hóskvøldið. 

Serliga BYRTA og RSP (mynd) megnaðu at fylla Sandin ávikavist leygar- og sunnunáttina á ein hátt, ið vit kanska ikki hava sæð síðani Nephew- og Europe-konsertirnar í 2005. 

Eisini Brimheim, 200, Høgni, Vágaverk og nýggjastu stjørnuskotini á føroyska tónlistatrænum, Elinborg, Tamara, Marius DC, Dania O. Tausen og JazzyGold, gjørdu sítt á Spæliplássinum. 


3) Ljóðið

Ljóðið á Sandinum hevur í fleiri ár verið í avbjóðing. Tað hevur snøgt sagt ikki ljóðað nóg væl ella nóg hart. 

Men í ár var øðrvísi.

Pallurin á Sandinum var nýggjur, og ljóðið var bara betur enn tað kanska nakrantíð hevur verið á Sandinum. 

Eisini á Spæliplássinum tóktist ljóðið vera betur og harðari enn áður.

Skorið inn á bein, so er G! festivalurin ein tónleikafestivalur, og tí er tað alfa og omega, at ljóðið er gott. 

Hesir kúllarnir vóru í øllum førum væl nøgdir til konsertina við Soolking, ið annars var við at drukna í nógva uppganginum leygarkvøldið.


4) Tær serligu G! løturnar

"Hetta er ímyndin av, hvat G! snýr seg um."

Soleiðis segði ein trúgvur G!-fjeppari, meðan finski Antti Paalanen einsamallur syrgdi fyri einari tekno/dansi-veitslu á Spæliplássinum leygarkvøldið, bara við einari harmoniku og einari stompboks.

Tað var fantastiskt at uppliva. Talan var um eina konsert, ið tú næstan bara kanst uppliva her á landi við at fara á G!

Tað er næstan eitt vørumerki hjá G! festivalurin at bjóða gestunum sovorðnar konsertir, og soleiðis varð eisini í ár.

Norsku rokkbólkurin Honningbarna vóru eisini nakað heilt serligt. Ungi bólkurin umskapaði Spæliplássið til eina stóra moshpit sunnumorgunin klokkan trý. 

Ungt og ótamt. Ein framúrskarandi endabrestur á G! 2023.  

Silent Disco var eisini eitt serligt innslag, ið var eitt stórt hitt hjá G!-gestunum.


5) Fjósið

G! festivalurin hevði í ár valt ikki at hava Grundina sum ein pall.

Nógv vóru kanska hørm um hetta, men eitt gleðiliga hjáárin var, at skráin í Fjósinum kanska var tann sterkasta nakrantíð.

Umframt gudstænastu, føroyskan dans og hópin av alskyns mentanarligum innsløgum, so vóru eisini fleiri sterkar konsertir í Fjósinum.

Nevnast kunnu eitt nú konsertirnar við føroysku Sakaris, Supervisjón og Æðrasoppum (mynd).

Norsku Sturle Dagsland og Nagirčalmmiid (mynd), og Quinquis úr Bretagne. 

Spurningurin er nú, um Grundin aftur verður partur av G! festivalinum næsta ár? Ella um festivalurin heldur fast í uppsetingina í ár, ið riggaði sera væl. 


6) Sterk útlendsk nøvn á Sandinum

Hóast G! festivalurin ikki hevði nakað stórt útlendskt høvuðsnavn á skránni í ár, so hevði festivalurin fingið hópin av spennandi útlendskum nøvnum at framføra á Sandinum. 

Danski elektropopp-bólkurin When Saints Go Machine spældi eina knasandi góða konsert á Sandinum fríggjakvøldið.

Tað fekst sjón fyri søgn um, at nógvir føroyingar eiga danska 00-ara elektropoppin kæran, tí tað vóru fleiri, ið vóru sannførd um, at When Saints Go Machine-konsertin var besta konsertin á G! í ár. 

Eisini svenska Lucky Lo hugtók nógvar G!-gestir við sínari framførslu hósdagin.

Tað sama gjørdi sjarmerandi avstralski indiefolke-bólkurin Sons Of The East, ið ikki bara við sínum navni, men eisini við sínum tónleiki, minti um Mumford & Sons.

Sera dugnaligir ungir menn, ið sungu og spældu sum einglar. 


7) Lambrini Girls

Summar konsertir brenna seg bara týðiligari á bæði net- og trummuhinnuna. 

Konsertin við Lambrini Girls úr Bretlandi á Spæliplássinum hóskvøldið er ein tann besta og svakasta G!-konsertin nakrantíð. 

Ungu kvinnurnar trossaðu bæði vit og skil og føroyska veðurlagið og runnu runt í berum undirklæðum, meðan tær spældu punk soleiðis sum bara bretar duga at spæla hann. 

Konsertin var so nógv, men hon var mest av øllum garrvill, gravskitin og skítsvøk. 

 

8) Stóra barnatiltakið

Hóast nógv hava lyndi til at gera G! til ein ungdómsfestival burturav, so er festivalurin eisini ein familjufestivalur.

Stóra barnatiltakið var aftur í ár leygardagin, og nógv bleiv gjørt burturúr fyri, at børnini skuldu kenna seg væl á G!

Skipað var fyri bæði konsertum og spølum, og alt var ókeypis.

Eisini saltfiskurin, ið tað bleiv borðreitt við á Sandinum, var ókeypis. 

Ein sera góð løta fyri barnafamiljurnar í Syðrugøtu leygardagin. 

 

9) Konsertir í Gøtu kirkju

Meðan Grundin ikki var partur av G! í ár, so sá ein annar nýggjur og spennandi pallur dagsins ljós.

Gøtu kirkja hýsti leygardagin konsertum við Yann Tiersen og Orku, Klingru og Gabriel Gold.  

Serliga konsertin við Yann Tiersen og Orku var ein rørandi vøkur løta í flottu kirkjuni, ið skapti eitt sermerkt huglagt kring framførsluna. 

Konsertirnar burdu sannført bæði kirkjuráð og G! fyriskiparar um, at hetta er nakað, ið er upplagt at endurtaka. 


10) Gøtufólk

Uttan gøtufólk, so var eingin G! Festivalur.

Og uttan gøtufólk, so hevði G! ikki tað serliga huglagið og hugnan, ið vit øll nú samantvinna við festivalin. 

Tað krevur eitt serligt fólk at skipa fyri einum altjóða festivali ár um ár í Syðrugøtu. 

Og tað krevur eisini eitt serligt fólk, at hýsa teimum túsundtals gestunum, sum hvørt ár koma til bygdina at njóta festivalin. 

"Hetta er okkara hátíð," segði Sædis Eilifsdóttir (uttast til vinstru), ið var ikki sørt rørd, tá yngsta dóttirin, Elinborg, framførd á G! hósdagin.

Til øll gøtufólk. 1000 takk fyri at vit aftur í ár sluppu at njóta tykkara fantastisku hátíð saman við tykkum. 

Er kopiera