G!: Rørd heimstjørna bergtók í Gøtu kirkju

G!: Rørd heimstjørna bergtók í Gøtu kirkju
Røddin sveik, tá franski Yann Tiersen takkaði fyri seg í Gøtu kirkju eftir eina framúrskarandi og hugtakandi konsert
Yann Tiersen hevur ferðast kring heimin við sínum tónleiki, men hann var rørdur, tá hann takkaði fyri í Gøtu kirkju
Mynd: Anna-Laure Amayon  
 
15.07.2023 - 18:19

Gøtu kirkja var stúvstappað við fólki, tá franski Yann Tiersen spældi konsert saman við føroyska bólkinum Orka. 

Yann Tiersen er serliga kendur fyri at skriva filmstónleik til eitt nú filmarnar "Amélie" ella "Good Bye, Lenin!".

Serliga tónleikur til "Amélie" er kendur og er stroymdur hundraðtals milliónir ferðir. 

Konsertin var bæði vøkur, rørandi og hugtakandi. Gøtu kirkja er eitt gott rúm til júst sovorðnan tónleik. 

Hjá føroyingum var tað eisini ótrúligt aftur at hoyra tónleikin hjá bólkinum Orku. 

Jens L. Thomsen, Ólavur Jákupsson og Kári Sverrisson stóðu uppi við altarið saman við Yann Tiersen og konu hansara, Emilie Quinquis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835