- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: Føroyar hava ongantíð sæð nakað líkandi
Onkuntíð er ilt at seta orð á eitt konsertupplivilsi.
Onkursvegna er neyðugt at hava verið til staðar, fyri at skilja upplivilsið.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Júst soleiðis var konsertin hjá bretska punkbólkinum Lambrini Girls á Spæliplássinum á G! hóskvøldið.
Konsertin var garrvill, gravskitin, klikkað, knallhørð, skeiv og skítsvøk.
Mest av øllum var talan um eina spikaharmandi feita rokkkonsert, ið fer í G! søguna sum ein tann besta konsertin á festivalinum nakrantíð.
Eg havi verið til allar G! festivalarnar, ið nakrantíð eru fyriskipaðir, við undantaki av G! Mini í 2008.
Eg havi sæð Nephew, Europe, 200, Beth Hart, Kaizers Orchestra, Spleen United, Meshuggah, Suspekt, Fat Boy Slim, Joe and the Shitboys og RSP leggja G! festivalin niður.
Men eg havi ongantíð sæð nakað líkandi sum konsertina hjá Lambrini Girls á Spæliplássinum.
Ungu kvinnurnar trossaðu føroyska veðurlagið og runnu runt í berum undirklæðum, meðan tær spældu punk sum bara bretar duga at spæla punk. Gravskitið, ófínt og ósmæði.
Tær høvdu nógv upp á hjartað, kvinnurnar í Lambrini Girls, og tær ognartóku Spæliplássið. Vóru líka nógv niðri á sjálvum vøllinum, sum tær stóð á pallinum, og hundfóru runt við áhoyrarunum.
Eina løtuna stóð oddakvinnan í bólkinum eisini uppi á skúrinum hjá ljóðpultinum aftast og sang. Til aðrar tíðir bóltaðu tær runt á áhoyrarunum.
Tær tríggjar í Lambrini Girls spældu tónleik við einum villskapi, sum kanska ongantíð er sæddur her á landi áður. Tað var eins og eingin morgindagur var.
Konsertin við Lambrini Girls verður ikki gloymd í bræði.
|