Føroysku borðtennismenninir steðgaðir í áttandapartsfinalunum

bannari
Føroysku borðtennismenninir steðgaðir í áttandapartsfinalunum
Bæði føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, og Fróði Fríðason Jensen vórðu ov stuttir at røkka fjórðingsfinalunum í einstaklingakappingini í borðtennis
Albert Weihe Wolfsberg rakk áttandapartsfinalunum í borðtennis
Mynd: Borðtennissambandið  
 
12.07.2023 - 13:38

Áttandapartsfinalurnar vórðu endastøðin hjá føroysku monnunum í einstaklingakappingini í borðtennis.

Bæði Albert Weihe Wolfsberg og Fróði Fríðason Jensen taptu sínar dystir greitt við trimum settum ímóti ongum.

Ungi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, tapti 8-11, 5-11 og 4-11 fyri George Downing av Isle og Wight, meðan Fróði Fríðason Jensen tapti 7-11, 9-11 og 4-11 fyri Garry Dodd av Guernsey. 

Í morgin er tvímansleikur á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907