- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin Pelagic kann byggja út
Varðin Pelagic kann byggja út
Umhvørvismálaráðið hevur góðkent, at byggisamtyktin fyri havnarlagið á Tvøroyri kann broytast
11.07.2023 - 13:09
Ingilín D. Strøm, landstýriskvinna í umhvørvismálum, boðar í dag frá, at Umhvørvismálaráðið hevur gingið umsóknini hjá Tvøroyra kommunu á møti, um at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið á Tvøroyri, so Varðin Pelagic kann byggja út.
Fleiri mótmæli vóru um staðsetingina hjá Varðanum Pelagic, men landstýriskvinnan skrivar, at uppgávan hjá ráðnum er at staðfesta, um alt er farið fyrisitingarliga fram, og niðurstøðan er, at alt er farið rætt fram í viðgerðini av umsóknini hjá Varðanum Pelagic.
Men Ingilín D. Strøm leggur aftrat, at tað merkir ikki, at hon er sannførd um, at hetta var einasti og rættasti mátin at sameina fólk og framleiðslu á Tvøroyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV