Kanning: Føroyingar høvdu tað gott undir koronu

Kanning: Føroyingar høvdu tað gott undir koronu
Fólkaheilsustýrið og Fróðskaparsetrið hava samstarvað um vísindaliga grein, sum er givin út í altjóða tíðarriti
Nógv vóru potað fyri koronu, men kanningin vísir, at fólk høvdu tað gott undir fyrstu koronubylgjuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.07.2023 - 13:12

Føroyingar mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgjuni, tá samfelagið fór niður í ferð av koronuavmarkingunum, enn vanligt.

Tað vísir nýggj vísindalig grein, sum Fólkaheilsustýrið og Fróðskaparsetrið hava samstarvað um. Greinin er givin út í Scandinavian Journal of Public Health.

Í 2019 vóru umleið 3.000 fólk við í spurnakanningini hjá táverandi Fólkaheilsuráðnum. Tá vóru fólk millum 18 og 85 ár spurd, hvussu tey  høvdu tað sum heild.

 

Vár Honnudóttir hevur verið verkætlanarleiðari.

 

Í 2020, undir fyrstu koronubylgju, vóru 1.200 fólk spurd.

Hví fólk mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgjuni enn annars, er ilt at siga.

Hoyr samrøðu við Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðara, í útvarpstíðindunum: 

 

06072023_Kanning_um_koronu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109