- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hans Pauli fekk nokk
Tað fyrsta, ið hann gjørdi, tá hann kom til arbeiðis mánamorgunin fyri einari viku síðani, var at senda ein teldupost til Margit Stóra, landsstýriskvinnu, og til Heilsumálaráðið. Í teldupostinum var eitt stuttorðað uppsøgn.
Fríggjadagin hevði hann verið á fundi hjá landsstýriskvinnuni saman við restini av sjúkrahúsleiðsluni. Á fundinum vistu tey ikki, at Hans Pauli Henryson var á veg úr starvinum. Men eftir øllum at døma vóru ávísar ósemjur á borðinum á hesum fundinum.
Stevið hevur ikki verið so gott við Margit Stóra, og á fundinum kom helst seinasti dropin, sum fekk Hans Paula Henryson at siga upp, so skjótt, sum hann kom til arbeiðis aftur mánamorgunin.
Ein trupulleiki er eftir øllum at døma, at nýggja landsstýriskvinnan kemur beinleiðis úr sama leiðslubólki, sum Hans Pauli Henryson. Hon var varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, áðrenn hon bleiv landsstýriskvinna.