Fótbóltur í dag og í morgin

Fótbóltur í dag og í morgin
Í kvøld klokkan seks spæla bestu mansliðini hjá HB og B36 grannauppgerð í Gundadali
 
10.06.2023 - 11:29

Undan teimum fýra dystunum, sum verða spældir í bestu mansdeildini í dag, er HB sjey stig og B36 níggju stig aftanfyri oddaliðið, , sum kann styrkja sína støðu uppaftur meir, um dysturin á Ovara vølli endar við sigri til B36 ella við javnleiki.

er stórfavorittur á heimavølli, har TB kemur á vitjan. Meistararnir vóru kortini ikki so sannførandi ímóti AB í seinasta umfari, meðan TB vann á EB/Streymi.

Á Dungasandi spæla Víkingur og 07 Vestur, sum liggja nummar fýra og fimm á stigatalvuni, meðan nummar seks og sjey, B68 og EB/Streymur spæla í Hólmanum á Eiði.

Í morgin verður fimti dysturin hetta vikuskiftið. AB tekur ímóti ÍF, og um heimaliðið ikki vinnur, er ilt at ímynda sær, at argjamenn sleppa undan niðurflyting.

Dysturin ímillum 07 Vestur og Víking byrjar klokkan eitt.

Dystirnir ímillum og TB, og EB/Streym og B68 verða klokkan fimm. 

Vit siga frá dystinum í Gundadali eftir tíðindini á nátturða. 

Í bestu deildini við kvinnum er ein dystur í dag. Hann er ímillum HB og TB/FC Suðuroy/Royn og byrjar klokkan eitt. Í morgin eru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini við kvinnum. Dystirnir eru hesir:

NSÍ - Víkingur
KÍ - B36

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV