Vága floghavn: Vænta nýtt met í ár

Vága floghavn: Vænta nýtt met í ár
Higartil í ár eru 147.000 ferðafólk komin og farin um flogvøllin
Væntandi vera ferðafólkini, sum koma og fara um flogvøllin, 440.000 í ár, og tað verður nýtt met. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.06.2023 - 11:00

Ferðafólkatalið á flogvøllinum til 1.juni var størri í ár enn tað var í 2019, sum annars er metár higartil.

Tað var 2,5 prosent størri.

Í 2019 vóru 143.356 ferðafólk. Tey vóru 147.009 í ár.

Í mai vóru ferðafólkini 11,9 prosent fleiri enn í 2019.

Og tey vóru eisini fleiri enn í mai í fjør, sum annars var tann besti mai til ferðafólk higartil.

Ferðafólkini vóru fýra prosent fleiri í mai í ár.

Væntandi vera ferðafólkini 440.000 í ár, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Tað fer at gera 2023 til metár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835