Håkan Ericson: "Páll Klettskarð passar illa til spælstílin hjá landsliðnum"

Håkan Ericson: "Páll Klettskarð passar illa til spælstílin hjá landsliðnum"
"KÍ hevur bóltin nógv, og tað trívist Páll Klettskarð væl við, meðan A-landsliðið ofta verður trýst langt aftur á vøllin," sigur landsliðsvenjarin í fótbólti um toppskjúttan
Landsliðsvenjarin í fótbólti er fullvæl greiður yvir, at tað vekir undran millum føroyingar, at Páll Andrasson Klettskarð ikki er úttikin til landsliðið
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
05.06.2023 - 14:55

Håkan Ericson, venjarin hjá A-landsliðnum í fótbólti, er fullvæl greiður yvir, at tað vekir undran millum føroyingar, at besti spælari í landinum í løtuni, Páll Andrasson Klettskarð, ikki er úttikin til landsliðið. 

KÍ-framherjin var við seinast ímóti Moldova og Norðurmakedónia, og avrikini í føroysku kappingini hava givið honum heiðurin sum besta spælaran bæði í apríl og í mai.

Framherjanir, sum eru úttiknir, eru Petur Knudsen, Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Landsliðsvenjarin sigur, at hann hevur tosað við Páll Andrasson Klettskarð og sagt honum, hví hann ikki er úttikin hesuferð, og tað botnar í spælstílinum hjá landsliðnum. 

"KÍ hevur bóltin nógv, og tað trívist Páll Klettskarð væl við, meðan A-landsliðið ofta verður trýst langt aftur á vøllin," sigur landsliðsvenjarin í fótbólti um toppskjúttan í bestu føroysku deildini. 

Hakantilnet230605

Brandur Hendriksson Olsen er við aftur á fótbóltslandsliðnum eftir drúgvan krossbandsskaða, og tað fegnast landsliðsvenjarin um.

Jóannes Bjartalíð er eisini aftur á landsliðnum eftir skaðið hevur darvað í vár, og hóast landsliðsvenjarin er varin við at úttala seg, kann roknast við, at klaksvíkingurin fær ein lyklaleiklut.

Landsliðsúttøkan, og serliga Páll Andrasson Klettskarð, var stóra kjakevnið í Fótbóltsprátinum í dag. 

EM-undankappingardystirnir ímóti Kekkia og Albania verða spældir á Tórsvølli 17. og 20. juni.

 

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar:
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby (DAN)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859