- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sabala setti Víking av - TB vann á Eiði
Við einum málið í hvørjum hálvleiki skeyt Valerijs Sabala Víking úr stríðnum um trý tey ovastu plássini í Betri-deildini við monnum.
Víkingur kom framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men lettiski framherjin javnaði løtu seinni, og tá eitt korter var eftir at spæla, avgjørdi hann dystin og sendi samstundis Víking úr stríðnum um trý tey ovastu plássini - í hvussu er fyribils.
Boubacar Dabo varð sendur av vølli stutt fyri steðgin í dystinum á Svangaskarði millum B68 og HB, men teir reyðu og svørtu máttu bíða leingi eftir málunum. Tá eitt korter var eftir at spæla gjørdi Mohamed Samba sjálvmál, og seks minuttir seinni staðfesti Mikkel Dahl sigurin.
Niðurflytingarstríðið harnaði munandi, tá TB vann á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Kjansir vóru báðar vegir, men tað var Samudeen Musah sum avgjørdi, tá 11 minuttir vóru eftir at spæla.
Í Fuglafirði skoraði Uros Stojanov aftir ímóti sínum gomlu liðfeløgum. Hann legði 07 Vestur á odda tíðliga, og beint eftir steðgin økti Jasper Van Der Heyden til 2-0. Dánjal á Lakjuni minkaði um munin, men vágamenn fóru avstað við øllum.
Í gjár vann KÍ 2-1 á AB í norðoyastevnudystinum. Oddaliðið kom framum við tveimum málum, men AB minkaði um munin seint í dystinum og síðstu løtuna stóð veruliga á hjá meistarunum, sum kortini fingu sín trettanda sigur á rað
KÍ smurdi 07 Vestur av - B36 vann grannauppgerðina
Eingin slingur er í valsinum hjá KÍ í bestu deildini við kvinnum. Leygardagin tóku tær ímóti 07 Vestur við Djúpumýrar og vunnu ikki minni enn 11-0. Rebekka Fjallsá Benbakoura skoraði fimm mál fyri oddaliðið, sum enn hevur fult stigatal.
B36 vann grannauppgerðina ímóti HB í Gundadali. Brá Zakariasardóttir skeyt bæði málini fyri árstalsfelagið. NSÍ vann 2-1 á Víkingi, meðan EBS/Skála vann 3-0 á útivølli á TB/FCS/Royn.