Hava merkt síl í Norðragøtu

Hava merkt síl í Norðragøtu
Fiskaaling arbeiðir við at savna vitan um sjósíl
 
03.06.2023 - 09:37

Starvsfólk frá Fiskaaling hava í vikuni verið í ánni í Norðragøtu og merkt síl, og eisini hava fólk frá Sílaveiðifelagnum verið við.

Hetta er liður í Sjósílaverkætlanini hjá Fiskaaling, ið skal fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega.

Tá sílini eru tikin upp við glúpi, verða tey doyvd og síðani vigað og mátað.

Eisini verða nakrar roðslur frá hvørjum síli goymdar til nærri gransking seinni.

Áðrenn sílini verða slept aftur, verða tey merkt við PIT-merkjum, so fylgjast kann við teimum, har antennur eru settar upp til endamálið.

Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari á Sjósílaverkætlanini, sum hevur verið í gongd síðani 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791