- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið 0,7 prosent í apríl
Arbeiðsloysið 0,7 prosent í apríl
215 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í apríl. Tað er minsta talið higartil

Arbeiðsloysið í Føroyum er lágt, og tað kom niður aftur á 0,7 prosent í apríl
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.05.2023 - 08:18
Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og tað kom niður aftur á 0,7 prosent í apríl.
Tað var 0,9 prosent í januar og 0,8 prosent í februar og mars, skrivar Hagstovan.
215 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í apríl. Tað er minsta talið higartil.
143 skrásett í ALS
10,4 prosent av teimum arbeiðsleysu í apríl hava verið arbeiðsleys í eitt ár ella meira.
Á heimasíðuni hjá ALS eru 143 skrásett at fáa arbeiðsloysisstuðul. Har eru eisini 149 starvslýsingar.
Nøkur fáa arbeiðsloysisstuðul frá Almannaverkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV