Landsins partabrøv í Smyril Line skulu nú seljast

Landsins partabrøv í Smyril Line skulu nú seljast
Løgmansskrivstovan biður um tilboð at ráðgeva og skipa fyri søluni
Smyril Line eigur m.a. Norrønu. Nú ætlar landið at selja síni partabrøv í felagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2023 - 14:42

Partabrøvini, sum landið eigur í partafelagnum Smyril Line, skulu seljast, og í hesum sambandi hevur Løgmansskrivstovan sett tænastuna í útboð á keypsportalinum.

Útboðið fevnir um ráðgeving og at skipa fyri møguligari sølu av ognarlutinum hjá landinum.

Tey, sum bjóða, skulu gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.

Sí Keypsportalin her.

Freistin at koma til við tiltboði er 14. juni klokkan 16. Vinnarin av útboðnum verður kunngjørdur 22. juni.

Landið eigur góð 16 prosent í Smyril Line.

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðamanna- og farmaflutning, ferðamannavistir og annað líknandi virksemi.

Felagið eigur m.a. Hotel Hafnia og Brandan.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342