- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spælskiparin er klárur aftur
- Jeg er tilbake.
Soleiðis ljóða stuttu twitter-boðini frá Brandi Hendriksson Olsen til viðhaldsfólkini hjá Fredrikstad FK.
Føroyski landsliðsmiðvallarin í fótbólti hevur sitið uttanfyri við einum krossbandsskaða í meir enn eitt ár, men verður við í dystarhópinum hjá norska 1. deildarliðnum til dystin ímóti KFUM Fotball í morgin sambært twitter-vanganum hjá Fredrikstad.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen, har Jóannes Bjartalíð eisini spælir, liggur í løtuni á 5. plássi. Teir reyðu og hvítu eru ósigraðir, men hava spælt fimm javnleikir og vunnið tveir dystir higartil.
Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur spælt 50 dystir fyri føroyska landsliðið, var skaddur, tá hann skrivaði undir sáttmála við Fredrikstad í januar men ítróttastjórin hjá felagnum segði, at skálvíkingurin kortini var verdur at satsa upp á.
- Hann er so mikið góður, at hann er verdur at satsa upp á, hóast hann hevur havt drúgvar skaðar, segði Joacim Heier, og nú er føroyski spælskiparin klárur at fara á vøllin aftur.